Rendi á við kenning – men varð skjótt avdúkaður

Løgreglan sigur, at tað var skjótt, at bilførarin varð funnin

Tíðliga í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein bilur hevði rent á ein garð, men at hann var farin av staðnum aftur. Hetta var í Havn, men tá ið løgreglan kom á staðið, lógu kúfangarin – og nummarplátan á bilinum – eftir, so tey vistu beinanvegin, hvør átti bili.

 

Tað vísti seg, at bilførarin hevði koyrt til húsar, men síðani var hann farin avstað. Løgreglan sigur, at tey fingu hund at hjálpa sær at leita og tað gekk ikki leingi, so varð bilførarin funnin. Hann er nú skuldsettur fyri at koyra við kenning og blóðroynd er tikin av honum.

 

Annars varð eisini ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Klaksvík og tvær ferðir varð ringdu fólk til løgregluna tí tey høvdu illgruna um, at ein bilførari koyrdi við kenning. Løgreglan kannaði málið, men í báðum førum vísti tað seg, at bilførarin var edrúur.