Rendi á eini hús

Ein ungur maður varð fluttur á Landsjúkrahúsið aftan á eitt ferðsluóhapp um seks tíðina leygarmorgunin. Hann var farin við bili tvørur ígjøgnum ein garð og víðari inn í eini hús í Hoyvík.


Bilurin varð vrak, men tann ungi maður slapp sambært løgregluni frá óhappinum uttan stórvegis snuddir.
Bilførarin var einamallur í bilinum. Hann hevði ikki koyrikort, og mistanki er um, at hann koyrdi ávirkaður.