Renna niðan á Sornfelli

Mjørkadals Ítróttarfelag (MÍF) skipar fyri motiónsrenningini MIF TOP RUN 27. august 2005, kl. 15.00. Øll eru vælkomin at luttaka, tó skal man vera varugur við at túrurin so at siga er móti brekku allan vegin!

renning

MIF TOP RUN varð runnið fyrstu ferð 6. september 2003, og hóast Føroyar spældu landsdyst móti Skotlandi júst um somu tíð, vóru 35 luttakarar fúsir at renna, og allir komu teir á mál. Seinasta ár var MIF TOP RUN 4. september, og hendan dagin var veðrið alt annað enn til vildar - regn, mótvinur og mjørki - illfýsna verðrið var tó ongin forðan og møttu meira enn 50 rennarar, og eisini hesaferð megnaðu allir rutuna og komu á mál.

Vinnarin í 2004 hjá monnunum var Hallur Holm, sum rann strekkið uppá 46m 56s, og hjá kvinnunum vann Petra Hansen við tíðini 1t 01m 44s.

Mótsett flestu motiónsrenningum, har man leggur teinin so slætt sum møguligt, er MIF TOP RUN ein eyka avbjóðing, við tað at teinurin er lagdur sum ein "móti brekku-renning". Renningin byrjar vid Statoilstøðina í Kollfjarðardali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið uppá 9,8 km.

Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar: Menn undir 40 ár, menn yvir 40 ár, kvinnur undir 40 ár og kvinnur yvir 40 ár, trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Teir fýra bólkavinnarirnir fáa eina kontantviðursløn uppá kr. 500,00 frá Føroya Banki. Sum nakað nýtt verður ein eykavinningur á kr. 500,00 latin, um nýtt met verður sett - eisini frá Føroya Banka. Metið fyri menn er 46m 15s, og tað var Sigurð Justinussen, sum setti tað í 2003, og hjá kvinnunum er tað Petra Hansen, sum rann rutuna í 2004 við tíðini 1t 01m 44s.

Harumframt verður lutakast um fleiri vinningur, millum luttakararnar, ið meldaðu seg til og goldu áðrenn 26. august 2005 kl. 20.00, og sum eru komnir á mál. Hetta eru góðir vinningar frá m.a. Hotel Hafnia og Tryggingarfelagið Føroyar.

Meira kann lesast um renningina á www.mif.fo.