Rennilegenda hevur vitjað í Føroyum

47 ára gamli týskarin, Stefan Schlett hevur vitjað í Føroyum á øðrum sinni. Stefan Schlett er ein sannur ítróttarligur globetrottari.

 

Hann hevur verið við til marathonkappingar og ultramarathonkappingar í 86 ymiskum londum. Eitt ultramarathon kann vera alt frá 43 kilometrum og upp til 5.000 kilometrar langt.

 

Stefan Schlett hevur runnið langa teinin úr New York til Los Angeles í USA, og hann hevur eisini runnið teinin úr Lissabon í Portugal til Moskva í Russlandi. Slík ultramarathon taka fleiri dagar, og er tað ikki fyri veikar sálir. Stefan hevur eisini runnið ein ultralangan tein í Afrika.

 

Í sendingini ?3. hálvleikur? á Rás2 fer Stefan Schlett at greiða frá spennandi upplivingum sínum, sum hann hevur havt kring heimin. Sendingin byrjar klokkan 17.