Manningin umborð á Rescue Lív fekk ein óvanligan leiklut í grindadrápinum í Gøtu í gjár, tá boð vóru eftir teimum at hjálpa einum av bátunum, Havborgin, ið var við í rakstrinum.
- Báturin fekk maskintrupulleikar, tá grindaboð vóru í gjár. Teir vóru á veg í grind og staddir millum Borðoyanes og Mjóvanes, tá teir máttu senda boð eftir hjálp, greiðir vakthavandi á MRCC-støðini frá.
MRCC-støðin fekk boðini klokkan 14.44 og gott tríggjar tímar seinni, klokkan 17.47, kom Rescue Lív á Skála við Havborgini.