Boð hava fleiri ferðir verið eftir Rescue LÍV seinastu dagarnar – bæði til uppsteðgaðar bátar og sjúkraflutning.
Á facebook greiðir tey soleiðis frá:
»Manningin á Rescue LÍV hevur havt úr at gera seinastu dagarnar. Mikukvøldið í farnu viku var Rescue LÍV í Nólsoy á sjúkraflutningini, og longu morgunin eftir – hósmorgunin klokkan var ikki meiri enn farin av seks – vóru boð eftir Rescue LÍV at fara eftir báti, sum var steðgaður upp slakar 20 fjórðingar eystur úr Stongini.
Ikki meiri enn komnir aftur á Havnina, so var aftur útkall. Hesaferð eftir einum báti, sum var steðgaður upp úti við »Nýhavnina« her í Havn.
Fríggjakvøldið var heitt á manningina at fara báti til hjálpar, sum var staddur slakar 20 fjórðingar eystur úr Fugloynni. Báturin hevði maskinbrek og fekk ikki siglt sjálvur. Fyrsti maðurin var hjá bátinum 3 minuttir eftir, at útkallið kom, og tað gingu 11 tímar til Rescue LÍV var aftur á Havnini.
Aftur í kvøld klokkan sjey var báturin boðsendur at fara nakað eystur um Nólsoynna eftir báti, sum ikki fekk siglt vegna maskinbrek. Fyrstu maðurin var hjá bátinum ein minutt eftir, at útkallið kom, og Rescue LÍV loysti 15 minuttir eftir útkallið. Tveir tímar eftir, at tey loystu vóru tey aftur í Havn við bátinum.«
##med2##