Leygarkvøldið 2. maj, í kvøld, fer Rokkurin at braka á Skarv til tann ljósa morgun. Suðuroyarbólkurin, sum ikki svíkir, fer at spæla til dans í Keypmannahavn Dansibólkurin við Jens Harry Jespersen á odda og Sigurd Thomsen á gittari, Jóannes á bassi, Revival, spælir til dans á Skarv leygarkvøldið 2. maj.
Seinastu árini hevur Revival verið ein av best umtóktu bólkunum í føroyska náttarlívinum í Keypmannahavn. Hetta kemst ikki minst av meistarliga gittarleikaranum og framúr góðu røddini hjá Jens Harry Jespersen. Revival vóru rættiliga virknir á tónleikapallinum í Føroyum í fyrru helvt av 90?unum, og hava síðan mitt í 90´unum verið búsitandi í Keypmannahavn.
Revival spælir rock, og teir eru kendir fyri at fáa eitt hvørt dansigólv at kóka.