Reyði Krossur Føroya og Eldraráðið í Norðoyggjum gjørt samstarvsavtalu

Eldraráðið í Norðoyggjum setti á 2012 á stovna vitjanartænastu at vitja eldri, sum kanska vóru einsamøll ella á onkran hátt høvdu tørv á vitjan, til eitt stutt prát og samveru at styttan sær stundir saman við eldri, ið høvdu tørv á hesum.

Tekst og myndir: Dávur Winther

 

Eldraráðið í Norðoyggjum setti í 2012 á stovna vitjanartænastu at vitja eldri, sum kanska vóru einsamøll ella á onkran hátt høvdu tørv á vitjan, til eitt stutt prát og samveru at styttan sær stundir saman við eldri, ið høvdu førleika fyri hesum.

Hendan skipan hevur sum frá er liðið ment seg, og nú eru við í hesi skipan 14 vitjanarvinir, ið vitja runt um í Norðoyggjum. Reyði Krossur Føroya hevur eisini slíka vitjanarskipan, sum rættilaga er sett í skipaðar karmar við skeiðum og reglum.

 

##med2##

Vitjanartænastan í Norðoyggjum hevur eisini notið gott av hesum skeiðum, og varð tí lagt upp til at gera eitt meira yvirskipað samstarv millum Reyði Krossur Føroya og Eldraráðið í Norðoyggjum um heas vitjanartænastu. Tí varð í dag undirskrivað samstarvsavtala millum Reyði Kross Føroya og Eldraráðið í Norðoyggjum í Smæuni.

Áðrenn undirskrivingina greiddu Mari Olsen, forkvinna í Eldraráðnum í Norðoyggjum frá hvussu skipanin hevur virkað her norðuri – og Eyrith Guttesen Leyni, nevndarlimur í Reyði Korssur Føroya greiddi frá hvussu skipanin hjá teimum er sett saman.

##med3##

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyði Krossur Føroya greiddi frá virkseminum hjá Reyða Korssi, og nevndi m.a. endurnýtsluna og –søla av klæðum, sum gevur nógv til Reyða Kross – Ja, enntá meir enn landsinsavningin gevur.

Tó legði hann herðslu á, at vitjanartænastan er eitt av teirra flaggskipum. Og tað tykist, sum at kanska er serliga brúk fyri vitjanartænastuni úti á bygd stór, tí ofta flyta børnini til meginøkið vegna arbeiði.

Tí er so umráðandi at koma einseminum til lívs og annars veita aðrar smærri tænastur fyri eldri, sum kenna seg einsamøll. Bæði vitjanartænastan í Norðoyggjum og Reyði Krossur Føroya fáa nógvar positivar afturmeldingar – og tað er gevandi at vera við í hesi skipan, segði Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya.

##med4##

Poul Havn greiddi frá sínum royndum sum vitjanarvinur og annars frá, at eftir hansara tykki vóru hópin av góðum tilboðum fyri eldri í Klaksvík – og at tað kom meir enn so fyri, at hann tók munnharpuna fram við okkurt av hesum høvum. Og síðani gav hann eina ”ljóðroynd” fyri teimum, ið vóru komin saman til løtuna í Smæruna í dag.

Fyri at kunna vera við í vitjanartænastuni ella verða vitjanarvinur, skal tú hava tikið eitt skeið innan hetta sama og eisini undirskriva og kenna til tagnarskylduna, sum er knýtt at hesum ábyrgdarfulla starvi.

Vit teirri samstarvsavtalu, sum nú er undirskrivað, verður mett, at ein longu væl virkandi skipan liggur í enn betri kørmum, har mennandi skeið og royndir annars eru partur av avtaluni.

##med5##