Reyði tráðurin í føroyskum politikki

Í HESUM DØGUM heldur javnaðarflokkurin eykalandsstevnu. Landsstevnan, sum verður hildin á Tvøroyri, byrjaði í gjárkvøldið og endar í dag.

Í HESUM DØGUM heldur javnaðarflokkurin eykalandsstevnu. Landsstevnan, sum verður hildin á Tvøroyri, byrjaði í gjárkvøldið og endar í dag.


ÁSANNANDI tann veruleika, at javnaðarpolitikkurin hevur verið reyði tráðurin í føroyskum politikki meginpartin av 20. øld, leggur flokkurin nú til brots við tí stevnu, at hann eisini skal verða reyði tráðurin í føroyskum politikki í 21. øld.


TAÐ ER EIN søguligur veruleiki, at javnaðarpolitikkurin, bæði her heima og aðrastaðir, serliga í okkara næstu grannalondum, men eisini í fleiri øðrum londum, serstakliga í vestureuropa, hevur sett sín avgjørda dám á rikna politkkkin í hesi øldini. Tað er hesin politikkurin, sum hevur skapt tey bestu og mest framkomnu vælferðarsamfeløgini í øllum heiminum.


NÚ 20. ØLD er við at hvørva í tíðarinnar hav er tað ikki av leið at gera støðuna upp. Í høvuðsheitum hava tríggjar politiskar hugsjónir gjørt seg galdandi. Umframt javnaðarhugsjónina er talan um kommunismuna og høgravendar borgarligar flokkar av ymiskum slag. Felags fyri kommunismuna og teir borgarligu er, at teir als ikki megnaðu at skapa vælferðarsamfeløg, sum tryggjaðu borgarunum góð og mansømilig kor.


Í ØLLUM TEIM londum, har javnaðarpolitikkurin hevur havt avgjørda ávirkan á rikna politkkin, kunnu vit staðfesta, at arbeiði hevur verið til so at siga allar hendur, at londini hava framkomnar almannaskipanir, ein framkomnan heilsupolitikk, góðar útbúgvingarmøguleikar, góð bústaðarviðurskifti o.s.fr. Talan er av sonnum um vælferðarsamfeløg, har fá hava ov nógv og færri ov lítið.


MÁLSETNINGURIN fyri politikki javnaðarfloksins í 21. øld er at varðveita og útbyggja vælferðarsamfelagið. Vit vita, at nógvar nýggja avbjóðingar standa fyri framman, men her fer javnaðarflokkurin at finna skilagóðar loysnir - loysnir sum tæna tí einstaka og fjøldini. Vit fara ikki at byggja okkara politikk á einstaklinga loysnir. Flokkurin fer altíð at velja tær samhalsføstu loysnirnar.


BLAÐIÐ YNSKIR javnaðarflokkinum eina góða landsstevnu.