Reytt kort kann kosta Neistanum

Birita Wardum fekk beinleiðis reytt kort og spælir møguliga ikki í steypafinaluni

Neistin vann í dag 22- 18 á Kyndli í bestu deildini hjá kvinnum í hondbólti. Støðan í hálvleikinum var 11-10 til Kyndil. Hetta er somu liðini sum um eina viku møtast í steypafinaluni.

Mest umtalaða støðan í dystinum var, tá verjuspælarin hjá Neistanum, Birita Wardum, fekk beinleiðis reytt kort fyri at sláa Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli. Neistin fór í skjótálop, tá Birita og tveir spælarar hjá Kyndli vóru í hornatøkum.

Tað endaði við, at Birita Wardum at síggja til sló Kyndla spælaran. Turið fekk tveir minuttir, meðan Birita Wardum fekk beinleiðis reytt kort.

Tað er í løtuni ógreitt um Birita Wardum hevur leikbann til steypafinaluna. Í leguni hjá Neistanum vita tey ikki at siga, um Birita fær leikbann. Arbeitt verður nú við at fáa greiðu á fløkjuni.

In.fo hevur fingið upplýst, at Birita Wardum skal sita yvir í steypafinaluni, tí beinleiðis reytt kort merkir, at spælarin skal sita yvir komandi dyst - líka mikið um tað er landskappingardystur ella steypadystur.

VÍF vann á Stjørnuni

VÍF vann uttan trupulleikar á Stjørnuni í høllini í Vestmanna. Longu í hálvleikinum var alt avgjørt, tá støðan var 18-8 til vertirnar. Eins og í steypkappingini, so var Liljan Djurhuus aftur toppskjútti í dystinum. Hon skoraði ikki færri enn tíggju mál.

Neistin(25 stig), Kyndil (22 stig) og VÍF (20 stig) eru trý tey fremstu liðini í landskappingini.

Kyndil – Neistin 18-22 (11-10)

Kyndil: Bára K. Hansen 5, Anna Brimnes 5, Bjarta O. Johansen 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Turið A. Samuelsen 2, Anna Sofía H. Mohr 1

Neistin: Jacklin Durhuus 7, Bára Hansen 5, Marjun F. Danberg 4, Birita Jakobsen 3, Nicoleta R. Hansen 2, Súsanna Nólsoy 1

VÍF - Stjørnan 31-20 (18-8)

VÍF: Liljan Djurhuus 10, Agnas Olsen 8, Daniella Joensen 4, Adina Ghidoarca 4, Tóra Seloy 3, Beinta Sveinbjørnsdóttir 2

Stjørnan: Simona Florea 5, Poula L. Joensen 5, Mina Sirdal 4, Ella Petersen 4, Jansy Jacobsen 1, Jórun B. Nielsen 1

Hondbóltur:

Leygardagin kl. 18.00 KÍF – StÍF (menn) 26-22

Sunnudagin kl. 14.30 VÍF – Stjørnan (kvinnur) 31-20

Sunnudagin kl. 14.30 Kyndil – Neistin (kvinnur) 18-22

Sunnudagin kl. 16.00 VÍF – H71 (menn)

Sunnudagin kl. 16.00 Kyndil – Neistin (menn)