Hósvíkingurin Kristian Hansen varð fyrrakvøldið tikin á bóli, tá hann steig inn í seyðahúsið hjá sær í Hósvík.
Á gólvinum í seyðahúsinum lá ein av hansara hagaónum saman við fimm lombum.
- Hendan ærin lembdi fyri nøkrum árum síðani trý lomb, men nú lógu fimm lomb undir henni. Tíverri var eg ikki hjá henni, tá hon lembdi, og megnaði hon ikki at sleikja øll fimm lombini, so tvey teirra doyðu. Um eg hevði verið til staðar, so hevði tað helst eydnast at bjarga øllum lombunum, greiðir Kristian Hansen frá.
Ærin heldur vanliga til í haganum, men var sjálv farin inn í seyðahúsi, ið stendur opið, stutt undan lembing.
Tað er ikki ókent, at summir seyðabøndur gera nógv fyri, at ærnar eru so væl fyri sum gjørligt áðrenn lembing, so at tær lemba fleiri lomb. Kristian Hansen sigur tó, at hendan ærin ikki hevur fingið nakra serliga viðgerð.
- Hetta er ein hagaær, ið hevur passað seg sjálva. Hon hevur ikki fingið nakað serligt fóður ella annað frá mær, sigur Kristian Hansen.
Í nýggjari tíð, so eigur ein ær hjá Símun Paula Jacobsen á Glyvrum helst metið, tá hon í 2010 lembdi sjey lomb.
Lesið grein úr Sosialinum 26. apríl 2010 »Trý av sjey lombum eru deyð« her