Órinið tikið frá Pinochet

Líkt er nú til, at fyrrverandi einaræðisharrin í Kili kortini verður drigin fyri rættin fyri tey mongu brotsverkini, sum stýri hansara framdi

Hægstirættur í Kili hevur ógildað órinið hjá fyrrverandi kilska einaræðisharranum Augusto Pinochet. Rætturin var kortini ikki samdur um avgerðina, tí átta av teimum seytjan dómarunum atkvøddu ímóti.

Avgerðin ber í sær, at Pinochet kann dragast fyri rættin í sambandi við, at umleið 3.000 av hansara politisku mótstøðumonnum hvurvu ta tíðina, hann sat við valdið frá 1973 til 1990. Fleiri sakførarar hava leingi roynt at fáa hann fyri rættin, men tað hevur ikki borið til, tí órin hansara sum fyrrverandi forseti hevur forðað tí. Harafturat hevur Pinochet leingi verið sjúkur, og læknar hansara hava eisini sagt, at hann er ov veikur til at koma fyri ein dómstól.

Reuter skrivar úr Santiago, at avgerðin hjá hægstarætti hevur býtt kilska fólkið sundur í tvey. Øðrumegin eru tey, sum vilja draga hann til svars fyri illgerðirnar hjá hernaðarstýrinum, og hinumegin eru tey, sum rósa honum fyri tey búskaparligu framstigini, sum hendu undir stýri hansara.