Ein ísflaki, sum er einar 20 ferkilometrar til støddar, er loysnaður frá ísinum við ta norðurkanadisku strondina. Fylgisveinamyndir, sum CNN hevur víst, vísa, at ísflakin loysnaði frá strondinmi á Ellis Island. Kanadiskir granskarar halda, at hetta er tann størsti ísflakin, sum er loysnaður har á leiðini síðani 2005, tá ein 60 ferkilometrar stórur ísflaki brotnaði av ísinum nærhendis Ayles. Ellis island var einaferð í tíðini knýtt at kanadisku strondini við einum jøkli, sum var einar 10.000 ferkilometrar, siga teir kanadisku granskararnir við CNN.