Leygardagin 30. juni klokkan 11.30 verður matiné í Havnar kirkju við sangaranum Ernst Sondum Dalsgarð og urguleikaranum Søren Johansen.
Ernst er føroyingur, útbúgvin floytuspælari og hevur síðan 1995 virkað sum sangari.
Hann er tenorur og hevur sungið til nógvar ymiskar framførslur bæði í Føroyum, Danmark og aðrastaðni.
Hann er sangari í Kongaligu operuni í Keypmannhavn og hann syngur í bólkinum Det syngende selskab, sum syngur opera ymsastaðni, har hesin tónleikur vanliga ikki er at hoyra.
Søren Johansen, sum er á myndini, er útbúgvin urguleikari og orkesturdirigentur. Hann er urguleikari við Christians kirkjuna í Keypmannhavn og hevur stovnað, og er leiðari, hjá Københavns Festivalorkeste.
Hann hevur heili fýra ferð framt tað bragd, at framføra allan urgutónleikin hjá J. S. Bach í somu konsertrøð.
Ta einu ferðina var í Vesturkirkjuni í Havn. Eina ferð hevur hann enntá spælt allan henda urgutónleikin í einum, altso spældi hann 22,5 tímar út í eitt.
Teir báðir fara at framføra eina fjølbroytta skrá við sangum av Schumann, Wagner, Gershwin og Kára Bæk.
Søren fer at spæla kanska best kenda stykki av Bach: Toccata og fuga í d-mol.