Árni Dahl blandar fakligheit og politikk

Hevur tað nakra meining at gera eitt heimsatlas, sum ikki fylgir tilmælum frá internationalum stovnum og forløgum um nakrar felags leiðreglur í skriving av landanøvnum og øðum staðanøvnum? – Hevur tað nakra meining at gera eitt heimsatlas, har øll nøvnini skulu endurgevast eftir føroyskum ljóðreglum?

Árni Dahl, lærari, hevur í miðlunum havt nakrar viðmerkingar til orðaskiftið, sum hevur verið alment um tað komandi atlassið, sum Skúlabókagrunnurin fer at geva út. Eg loyvi mær hervið at svara Árna Dahl (AD).

Politiserandi fakligheit?
Dahl hevur fingið tað til, at eg vil fremja ”hjálandakend sjónarmið”, sum hann málber seg. Hann leggur aftrat, at nú ”skulu føroyskir skúlanæmingar tvingast at skoða heimin av Frúu Plássi” (hví hetta pláss millum dómkirkjuna og universitetið í Keypmannahavn skal nevnast, forstandi eg ikki?). Soleiðis havi eg ongantíð sagt ella hugsað, harra Dahl.

Árni gerst ekstremur
Men ikki nokk við tí, AD gerst rættiliga ekstremur: ”Og skulu vit nú í øllum lærugreinum og á øllum floksstigum taka atlit til ríkisfelagsskapin,tá ið undirvísingarmiðlar verða framleiddir?” (AD hevur skriva orðini við feitum typum). Eg havi hvørki hugsað, sagt ella skrivað nakað, ið líkist. Eiheldur havi eg hoyrt nakran ella sæð nakran annan skrivað nakað, ið bara kemur í námind. Hetta er óstýriligur heilaspuni hjá AD.

Sakir blandast saman, og argumentini skinkla
AD skrivar at eg havi ”borið meg undan” at týða navnatilfarið, tí ”hann vildi tryggja sær, at atlasið skuldi ríkisrættarligu støðu okkara.” Her kemur alt í bland hjá Árna, tí hvørki Magnus Tausen vegna Skúlabókagrunnin ella eg hava argumenterað soleiðis.

Fyrsta: Skúlabókagrunnurin og eg samráddust um grundarlag fyri týðing av eingilska partinum av atlassinum. Eg legði míni sjónarmið fram (Skjal: Eintýdd og praktisk staðanøvn, í 11 punktum). Skúlabókagrunnurin vildi ikki taka støðu til hetta, men segði at handritið skuldi viðgerast, tá eg hevði latið tað inn. Eingin semja bleiv funnin. Var tað nakar, sum bar seg undan at taka støðu, so var tað Skúlabókagrunnurin.

Næsta: Mær varð vístur ein listi, hvussu kortini skuldi skipast (hevði einki við týðingina at gera). Eg segði alt fyri eitt, at tað ikki kundi vera rætt, at Ísland skuldi hava umleið 16 ferðir so nógv pláss sum Danmark. Hetta hevur Magnus Tausen sagt seg vilja hugsa um og broyta. Eg rokni við, at hann eisini setir hetta í verk.

Á beinari kós móti kaos
AD endar við at endurgeva nakað, sum hann sigur seg hava hoyrt frá einum vinmanni. Tað, at AD endurgevur hetta, og kallar tað ein skilagóðan spurning, man merkja at AD er púra samdur í hesum. Um hetta er linjan hjá nationalistiskum puristum, so er sanniliga nakað sum skal fáast í rættlag.
Citatið hjá AD ljóðar: ”Hvør er grundin til at geva út føroyskt atlas, um nøvnini ikki skulu endurgevast við støði í føroyskum ljóðreglum, men skulu endurgevast, sum tey verða endurgivin í donskum atlasum?” Føroyskar ljóðreglur í fronskum, týskum og kinesiskum?

Tað finnast skilagóð international tilmælir
Tað, sum eg og fleiri onnur hava víst á, er at Collins forlagið (sum Skúlabókagrunnurin brúkar), ST-stovnar, sum gera viðmælir til standardisering av nøvnum, og lærubøkur, mæla til ávísar leiðreglur. Og nettup ikki at skriva hvør í sínum lagi, ella eftir ”føroyskum ljóðreglum.” Men eingin – heldur ikki eg - hevur ætlað at gjørt tað eftir donskum atlassum, men nettupp eftir altjóða (internationalum) galdandi reglum og tilmælum. - Kanska kundi man steðga, tá fyrsti setningur varð lisin: ”Hvør er grundin til at geva út føroyskt atlas?” Tá eg síggi abbabørnini handfara telduna og ganda við google maps og earth, so má eg siga at stórur partur av einum slíkum atlassi longu liggur tøkt í hvørjum húsi, og børnini duga flestøll at brúka hesar hentleikar.

Lat realismuna vinna fram, gev purismuni upphøggingarstuðul
Regin Eikholm skrivaði nøkur skørp vísdómsorð seinasta fríggjadag í miðlunum: ”Tann hugsandi føroyingurin hevur tikið realismuna til sín og ynskir at liva í nú’inum – og ikki í einum avsondraðum puristiskum dreymalandi.” Nú meini eg so, líka sum Regin, at allir føroyingar duga at hugsa, men summir standa fastir í national-romantiskari hugsan og tankagóðsi.

Til nakra nyttu?
Men júst yvirskriftin hjá AD avmyndar eina politiserandi og nationalistiska tankagongd í staðin fyri fakligheit. Yvirskrivftin, ið var ”Heimsatlas ella Heimastýrisatlas” roynir at gera gjøldur burturúr tí politiska realitetinum, at Føroyar tey seinastu 62 árini hava havt heimastýri. Hetta ger hann við at blanda fakligheitina (heimsatlas) saman við statsrættarligu støðu Føroya, soleiðis sum hon veruliga er og hevur verið leingi, men sum AD helst kanska kundi ynskt sær øðruvísi. Júst hetta er dømi um eitt ”puristiskt dreymaland” sum ikki kann brúkast til nakað.