Robbie Williams keypir ikki fótbóltsfelagið Port Vale

Port Vale hevur verið úti og boðað frá, at tað er ikki upp á tal, at Robbie Williams keypir felagið

Her sæst Robbie Williams undir einum heimadysti hjá Port Vale

Kendi 49 ára gamli enski sangarin, Robbie William er sum so nógvir aðrir onglendingar ein stórur fótbóltsfjeppari.

 

Robbie Williams er vaksin upp í býnum Stoke við ánna Trent, og hann hevur frá barnaárum verið ein stórur fjeppari hjá fótbóltsliðnum, Port Vale sum spælir í triðbestu ensku fótbóltsdeildini.

 

Hitt liðið úr Stoke, ið tey flestu kenna, og sum hevur spælt nógv ár í Premier League er Stoke City. 

 

Seinastu vikurnar hava leysasøgur gingið, at Robbie Williams sum javnan sæst til heimadystir hjá Port Vale ætlaði at keypa Port Vale. Men nú hevur leiðslan í Port Vale boðað frá í einum tíðindaskrivi, at tað er ikki upp á tal, at kendi sangarin skal yvirtaka fótbóltsfelagið. 

 

Robbie Williams er tó heiðurslimur í Port Vale, og tann eina áskoðaraseksjónin á Vale Park leikvøllinum er uppkallað eftir honum. 

 

Her sæst Robbie Williams undir einum heimadysti hjá Port Vale