Kommunur
Í tíðindaskrivi verður sagt, at persónligar orsøkir eru orsøkin til, at Rodmundur Nielsen hevur tikið hetta stigið.
- Tað er nú einaferð soleiðis, at arbeiðsorkan er avmarkað. Eg eri borgarstjóri í eini kommunu, sum telur 14 bygdir, og sum er úrslit av fýra samanleggingum. Og at fáa hetta at fungera, krevur meira enn fulla arbeiðstíð. Vinnuliga havi eg eisini verið við til at gjørt nakrar stórar íløgur, og hóast eg sjálvur ikki arbeiði so aktivt í hesum, so er tað sjálvandi eisini nakað, sum krevur nakað av tí.
- Samstundis eru bæði stórar og týðandi uppgávur hjá Kommunuskamskipanini, og tí havi eg mett tað vera betri, um nýggjur formaður við betri umstøðum at røkja hesar tekur við, sigur Rodmund Nielsen sjálvur.
Hann hevur tí gjørt av, at kallað verður til nýggjan stýrisfund tann 29. mai, og á hesum skal nýggjur formaður veljast.
Kommunusamskipan Føroya telur størstu kommunurnar í landinum. Til samans telja hesar um 70% av íbúgvunum í landinum.