Hóast Rodmundur ikki hevur gjørt nakað serligt fyri at verða kendur, so tykjast øll í landinum at vita hvør hann er, og hvat hann stendur fyri.
Kom at kenna tey í mai 1963 í Kjøpinhavn, táið eg varð boðin út at njóta blíðskap í heimi teirra eftir eitt møti í Thorsgade 40. Veturin hevði verið kaldur og harður, men nú var tað fjálga danska várið komið. Karen og Rodmundur vóru blaðung tá og børnini smá, og sum flutningstól høvdu tey fingið sær ein av teim smáu og tá eyðkendu fólkavognunum - og sambært húsharran: heimsins hentasta akfar (!) - ein glað og friðsæl familja. Eitt opið heim fyri mong.
Nú, tíðin heftir ikki. Tað tykist vera so sera stutt síðani at Eliesar (Essa) Arge og Rodmundur við ungdómsins glóð í eygnakrókunum hildu inn á teirra endurgrøðingarleið sum ungir evnaríkir skurðlæknar. Rodmundur segði seg kenna Essa, ið er nakað eldri, sum ein góðan stuðul í lestrarárunum niðri, og teir komu seinni at samstarva øksl móti øksl í mong ár her úti á Landssjúkrahúsinum.
Rodmundur er sonur Jákup Nielsen (1902-78), skipara, løgtingsmann og vitameistara, ættaður úr Liða í Nólsoy og Louisu Lervig (1908-2000) dóttir Hansinu og Jógvan við Stein í Leirvík. (Haðani er hann nær í slekt við Jógvan Róin, lækna.) Systkin hansara eru: Olaf, leiðandi starv á Sildasøluni og Fiskasøluni. Øssur, maskinmeistari til fiskiskap og ferðaflutnings og Gunnvør, sjúkrasystir, ið býr í Køpinhavn.
Beint eftir lokið læknaprógv giftist Rodmundur við Karen Jønsson úr Kjøpinhavn og eiga tey børnini: Svenning, lækni í Norra, Gunnar, tryggingarfelagsstjóri og Erling, marknaðarleiðari hjá Shell í Havn umframt dóttrina Evu, ið festi búgv yviri í Canada.
Føroyska talumálið hjá Rodmundi er ikki sørt merkt av tjóðskaparkendum útisetadvøli – tó við einari afturundirgerð av humori. Og einki skeivt er í tí. Táið onkur landsmaður í Kjøpinhavn kom fyri at siga, sum vanligt var: jú, vit búgva niðri við ”sjógvarnar”, varð av Rodmundi endurtikið:”Eg skilji - niðri við ”vøtnini” (!).”
Vit stóðu ein dagin við landgangin á Tjaldrinum á Asiatisk Plads og vekslaðu nøkur orð. Tá kom Rodmund (Roddi) hjá Knút skómakaranum framvið. Eg presenteraði báðar navnarnar. Og Roddi tók orðið beinanvegin og segði: ”Ja, vit eru nakrir fáir í Føroyum, sum eita soleiðis, og nevndi um ein í Sørvági, ein í Mykinesi, ein í Vági og so ein úti av Borðuni”. Og typiskt fyri Rodmund, so lurtaði hann væl eftir og segði so sáttliga:”Handa fyrsta navnan komist eg ikki rættiliga við, men hasir tríggir seinastu tú nevndi - tað eri eg sjálvur (!). Látur og gott prát! Og mangt annað tílíkt kundi verðið drigið fram her, men lat tað fara hesaferð.
Rodmundur er miðvísur, orðkringur og vælhýrdur maður og er kendur fyri at vilja vera samvitskufullur og neyvur í øllum lutum – bæði í gerðum og orðum. Um tað kann vera loyvt í hesum døgum at citera úr tí gomlu bókini við svartari permu, so er tað eitt serstakt skriftbrot, sum fyrst troðkar seg fram í sambandi við sereyðkenni føðingardagsbarnsins, og tað er frá hendingini, táið mæti apostulin Paulus stendur ákærdur og flytur fram verjurøðu fyri Festusi landshøvndinga og Agrippa kongi (Áps. 26), tá hevði Festus fyri munni:”Paulus! … hesin nógvi lærdómur ger teg svakan!
Men Paulus svaraði honum:” Eg eri ikki frá mær sjálvum, mektigasti Festus, <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$nei, <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$eg tali sonn orð við góðum skili. (Sambært Seidelinsku týðingini:” Tværtimod, min forkyndelse er sandhed og sund fornuft.”)
- - - - -
Skiftur á havinum stormur og stilli, logn eina løtu, ta næstu ein ódn, syngja vit. Til fyri kortum gekk Rodmundur spelkin sum ein unglingi í ketildragt og knossaði við umvælingina niðri í Ebenezer í støvroki millum brekkarar, hamarsløg og hvin frá maskinsagum. Og longu nú er støðan ein onnur.
Ein løta til eftirtanka var tað - um fyrijáttan og djúpt ankrað álit, sum stavaði heilt afturi frá dreingjaárunum vesturi í Mykineshólmi – táið sagt varð frá herviligu sjúkuni av hesum alroynda lækna.
Og tó, í nánd er sólarhvarvið við vári og vón í væntu. Vit eru mong kring landið, ið minnast til tín og ynskja tær til lukku við árinum. Og vilja biðja alt gott standa hjá tær og Kareni í hesum døgum. Við ynskinum um, at tær til fulnar aftur skal spyrjast bæði bót og bati - umframt mong góð ár afturat saman við tínum kæru við heilsu og virkni.
Gævi tær untist allur tann linni í hesi royndartíð, ið tú á lívsleið tíni hevur veitt so mongum og á so mangan hátt.
Vit oman Hoydalar 9,
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Arnstein Niclasen