Í dag, fríggjadagin 18. november, verður Rodmundur í Liða, fyrrverandi yvirlækni í Havn, 80 ár. Rodmundur var í mong ár yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, og síðsta vetur greiddi hann í fimm sendingum hjá Jógvani Arge so livandi og hugtakandi frá um millum annað ættina, fortíð og nútíð, lívið á bygd og í bý, heima og burturi og útbúgving og arbeiði.
Foreldrini vóru Louisa fødd Lervig og ættað av Regni í Leirvík og Jacob Nielsen, Jacob í Liða í Nólsoy. Pápin var sjómaður og seinni vitameistari. Arbeiðið bar við sær, at tey búðu í Nólsoy, í Vági, á Borðuni og í Mykineshólmi. Jacob sat á tingi fyri Javnaðarflokkin, valdur í Suðuroy, 1936-43.
Louisa og Jacob fingu fýra børn: Rodmundur, Olaf, Øssur og Gunvør. Teir búgva allir í Havn, og Gunvør býr í Keypmannahavn.
Tá ið Rodmundur var tíggju ára gamalur, fór hann til Havnar at ganga í skúla. Tað var stór broyting frá familjulívinum í Mykineshólmi og dagligu gongdini millum hólman og heim í bygdina við skúla og bygdarlívi og so at fara til Havnar. Kríggið herjaði, og Rodmundur hevur í Kringvarpinum hugtakandi lutað við lurtararnar, hvussu tað kendist, tá ið týsku flogførini úr sera stuttari fjarstøðu sleptu bumbum har vesturi.
Eftir skúlaárini í høvuðsstaðnum fór Rodmundur niður á Sorø Akademi, har hann leyk studentsprógv. So fór hann undir læknalestur í Keypmannahavn. Hann leyk prógv tíðliga í 1958, og so næsta takið at fara undir útbúgving til serlækna í ortopædi.
Tað var undir lestrinum í Keypmannahavn og í samkomuni í Thorsgade, har nógvir føroyingar altíð vóru, at Rodmundur hitti Karen, sum vaks upp á Bispebjerg tætt við Grundtvigskirkjuna. Tey bæði giftust nakrar dagar eftir, at Rodmundur hevði fingið læknaprógv, og størsta partin av tíðini, tá ið specialiseringin var á dagsskrá, arbeiddi Rodmundur á sjúkrahúsum á Keypmannahavnar leiðini.
Eitt ár vóru tey í USA, har Rodmundur arbeiddi í Atlanta í Georgia. Talan var um framúr spennandi avbjóðing, men hóast honum varð bjóðað at halda fram í starvinum, so gjørdu tey bæði av at flyta heim aftur.
Fyrst í sjeyti árunum flutti familjan til Føroya, eftir at tey eitt skifti høvdu verið í Næstved. Rodmundur var fyrsti hjálparlækni á Landssjúkrahúsinum. Hann var tó ikki liðugt útbúgvin at taka yvirlæknastarv á seg, og tí fluttu hann aftur til Keypmannahavnar í 1974. Fýra ár seinni varð Rodmundur settur í starv sum yvirlækni á Landsstúkrahúsinum, og harvið var dreingjadreymurin vorðin veruleiki. Rodmundur var í starvinum, inntil hann við árslok 1997 legði frá sær vegna aldur.
Karen og Rodmundur eiga fýra børn: Svenning, Gunnar, Erling og Eva. Teir báðir elstu búgva í Noregi, Eva býr Calefornia, og Erling býr á Argjum. Abbabørnini eru fjúrtan - átta gentur og seks dreingir.
Alla sína tíð hevur Rodmundur verið tætt knýttur at brøðrasamkomunum. Hann hevur verið ógvuliga trúfastur og drúgvur og trúgvur í at halda Orðið fram, og í mong ár var hann millum ábyrgdarpersónarnar í Ebenezer.
Áhugamálini eru mong og fjøltáttað, og Rodmundur er áhugaverdur og fryntligur at koma á tal við. Hann hevur stóran tokka til og áhuga fyri móðurmálinum. Hann hevur umsett fleiri bøkur, og hann var ein teirra, sum tolkaði úr enskum, tá ið tað var neyðugt í Ebenezer.
Ítróttin hevur altíð havt áhuga, og tilvitanin um týdningin av at røkta likamið hevur sást aftur í matarvalinum og likamligu venjingini. Eitt nú minnast havnarfólk Rodmund á stóru súkkluni fara til arbeiðis og úr arbeiði og á súkkluni at treiskast, um so brekkan var brøtt.
Útferðarlongsulin hevur altíð verið stórur. Í 1986 fluttu Karen og Rodmundur til Saudi Arabia, har hann í eitt ár var yvirlækni í Algariat. Eftir at hann var farin úr starvi á Landssjúkrahúsinum arbeiddi Rodmundur tvey stutt skifti í Noregi. Karen og Rodmundur vitja síni næstu í USA og Noregi, og teimum dámar væl í Keypmannahavn, haðani Karen er ættað, og har tey eiga systkin og nógv vinfólk.
Føðingardagurin verður hildin á Hotel Føroyum fyrrapartin leygardagin 19. november saman við teimum, sum hava boðað frá, at tey ynskja at halda dagin saman við Rodmundi.
--------
J