Rógvi Baldvinsson í turkiskum fótbólti

Føroyski miðverjin roynir seg í løtuni í turkiskum fótbólti

Rógvi Baldvinsson var fyri fáum árum síðani fastur maður í miðverjuni á føroyska landsliðnum. Hann hevur tó ikki verið úttikin til nakran av dystunum, sum føroyska landsliðið hevur spælt í 2015.

 

Í løtuni spælir Rógvi fyri norska felagið, Ålgård FK, men nógv bendir á, at Rógvi kann vera á veg vekk úr norska felagnum.

 

Fyrr í summar hava donsku feløgini Fredericia og Vendsyssel víst áhuga fyri føroyska miðverjanum. Og nú er tað eitt turkiskt felag sum hevur víst áhuga. Norska heimasíðan GBnett skrivar í dag, at Rógvi er til royndarvenjing í einum turkiskum felagið, sum spælir í næstbestu turkisku deildini. Tað stendur tó einki um, hvussu felagið eitur, sum Rógvi royndarvenur við.

 

Venjarin hjá Rógva, Geir Midtsian, sigur við norsku heimasíðuna, at hann er bangin fyri, at Rógvi fer avstað úr felagnum.

 

-       Eg eri bangin fyri at Rógvi fer úr felagnum. Fleiri feløg hava víst áhuga, so tað tykist sannlíkt at hann skiftir felag skjótt.