Rokið í París: Viðhaldsfólk hjá Liverpool fáa pengarnar aftur

Champions League: UEFA hevur boðað frá, at viðhaldsfólkini hjá Liverpool fáa pengarnar aftur fyri finaluna í farna summar

UEFA hevur í dag boðað frá, at viðhaldsfólkini hjá Liverpool, sum vóru til Champions League finaluna í París móti Real Madrid í summar, fáa pengarnar afturgoldnar.

 

Orsøkin er rokið undan dystinum, sum endaði við at finalan bleiv útsett í meir enn ein hálvan tíma. Tað vóru serliga viðhaldsfólk hjá Liverpool, sum ikki sloppu inn á Stade de France leikvøllin í útikantinum av París.

 

Franskir myndugleikar vildu vera við, at tað vóru viðhaldsfólk hjá Liverpool, sum vóru møtt uttan atgongumerki, ið vóru orsøkin til fólk endaðu sum sild í tunnu uttanfyri leikvøllin. Kanningarnar hava seinni víst, at tað var galið við atgongumerkjamóttakarunum á leikvøllinum.

 

Hetta hevur fylgt nógv í Liverpool, sum eisini upplivdi at verða ákært fyri nakað tað sama í 1989 til Hillsborough vanlukkuna í Sheffield. Liverpool hevur saman við fjepparafelagnum Spirit of Shankly og Liverpool Disabled Supporters Association lagt trýst á UEFA, at kanna hendingina nærri, tí einki prógv er fyri uppiáhaldinum hjá fronsku myndugleikunum.

 

Niðurstøðan í kanningini er, at franskir myndugleikar tóku skeivar avgerðir, tá teir eitt nú læstu hurðarnar til leikvøllin og byrjaðu at skjóta við táragassi. Viðhaldsfólkini, sum blivu ávirkaði av umstøðunum, fáa nú pengarnar aftur. Hetta telur millum annað næstan 20 túsund viðhaldsfólk hjá Liverpool.

 

Real Madrid vann finaluna 1-0.