Rokskiparin og eg

Misingin er av á hesum sinni. Fullmánin avtekur so líðandi aftur enn einaferð. Óluksáliga gott, ikki at skula liva av at rekja línu, skera agn, egna, taka olju og proviant, seta og draga, drepa torsk, avreiða og koma heimafur til betra partin av hjúnabandinum. Nei, misunt verður ikki teimum, sum tað gera

Hóast tað ikki er illa meint, er mær sagt, at síðsti idioturin ikki er føddur enn.

Vinmaðurin kom fram við, rokskiparin, sum ikki visti, hvussu hann skuldi stytta sær stundir. Hevði bøtt trol og fekk gænir. Legði mær soleiðis til at fara til fjals við slongitráðu og spinnara at fiska síl.

Jú gaman í, men hvussu skuldu vit báðir bera okkum at í lágættarstormi við ælingi, og eygum, sum krevja langar armar og fittar fingrar, at knýta nylonknút á spinnara? Sjáldan er tilkomin sjómaður ráðaleysur, tí bleiv snapplásið íknýtt í lága kjallararúminum.

Vælklæddir í yvirlilsilsdraktum komu vit umsíðir til ásetta staðið, sum sambært forfedrum okkara skuldi verða avbera gott, hvat sílaveiðu viðvíkur.

Grammur, sum ikki einaferð, hoppaði hann úr førarasetrinum í dýra 4-hjólstrekta japanaranum. Treiv eftir tráðu síni og slongdi út. Guddoy! Áfast var beinan veg. Rokskiparin, fimur og fúsur, hevði fingið tvær penar bleikjur, áðrenn eg yvirhøvur var komin úr bilinum, kasta mær av vatninum, og var til reiðar við tráðu míni. Spennandi,hugsaði eg glaður hansara vegna, at hann ikki bleiv ongul í reyv.

Standi við vatnsbreddan, tráðu í hond og "spinni". Tolin sum altíð, mest sum í øðrum heimi, við tankum mínum um skapanarverkið, Guds undurfulla mátt og megi, hydroforiskar kreftir, regn og lágættarstorm.

Áðrenn langt um longi, tørnaði fyri hjá mær. ”Gellan” var so trivalig, at eg onki formáddi mær sum sílafiskari. Vinmaðurin gav mær í neyðini praktiskar fiskivegleiðingar. Alíkavæl kláraði hon at tøma spæltrumluna fyri nylon. Eg mátti sanniliga út í, bleiv vátur um brøkurnar. Men tá herðindini vórðu av, hevði eg kortini munin. Aftaná tógvi stríð, lirkan og lumpan, eydnaðist at fáa hana inn at breddanum. Harragud, tað var gott, at rokskiparin fekk sparkað trivaligu errjuna uppá turt, tí spinnarin loysnaði júst í hesi stund. Hann bankaði nakkan í stein, og vit fóru ovurfegnir niðan móti jeepinum við 28” - errjuni ímillum okkum. Vorðið sum, reypaðu eitt sindur og fingu okkum eina cigar. So aftur at fiska.

Cigarin meir enn hálvroykt. Útslóknað. Gud havi lov og takk, nú var áfast afur hjá mær. Hesuferð var tað ein stór bleikja, sum tó í stødd og styrki, ikki rættiliga stóð mát við ta fyrru errjuna.

Raggadropin hongur,ælingur og vindurin veksur. Brillurnar døggast, komin fastur í botn. Rykki og skrykki. Endin er, at tað loysnar. Men hvat? Spinnarin brestur úr botni og beint í nøsina. Agnhald stendur djúpt innanfyri í klivaranum. Nú eru góð ráð dýr! Hóast alt, glaður yvir at døggutu brillurnar umsíður koma til sín rætt, sum verjuskjøldur fyri eygu tvá. Best man verða at gevast og fáa tútin frían.

Sparingar á sosiala postinum á landsfíggjarlógini, merkjast ofta manna millum. Av hesi orsøk hava vit í Vestmanna sjáldan tøkan lækna. Tí valdu vit at greiða konsultatiónina á forsetrinum í jeepinum. Skolaðu nøs og spinnara í ”lívsins vatni”, samstundis sum tungan hekk uttanborða í opnum gapi.

Vinmaðurin royndi seg sum doktara. ”Eg má so siga,- seigt sum jødaforhúð”: Letur í rokskiparanum. Men hann er vanur at greiða línu og egna, hugsaði eg við mær sjálvum. Júst hesin fimleiki hjálpti væl til at krøkja ígøgnum og klippa av við hvøssu bítitongini. Í somu vending brast stumpurin við agnhaldinum burtur úr tútinum og vekk. Turkaðu bløðingina, so aftur at "skola nøs og skola nøs”.......

Kvøldið eftir fekk kona hansara ongul í reyv,- bókstavuliga sagt; tí tá hon kom aftur frá bindiklubba við jeepinum, stóð stumpurin við agnhaldinum fæstur í rumpuni á henni.

”Men hvad kan man gjøre ved saadanne mænd, der ikke have snøre i eje”.