Ronaldinho droymir um HM

Hóast hann einki hevur hoyrt frá landsliðsvenjaranum seinastu átta mánaðirnir, so hevur brasilski Ronaldinho ikki slept dreyminum um at vinna enn eitt HM-heiti. – Tað gongur væl í Italia. Nú havi eg verið her í eitt ár, og eydnast tað okkum at vinna nakað við Milan, betrar tað eisini mínar møguleikar at koma til HM-sigur Ronaldinho. Í heyst hevur hann skotið fimm mál og lagt upp til átta fyri AC Milan, sum í løtuni er nummar tvey í Seriu A.