Ronaldinho heimsins besti aftur

Fysiski venjarin í AC Milan sigur, at um nakrar mánaðir verður Ronaldinho aftur heimsins besti fótbóltsspælari. - Venjingin hjá honum fer at hava við sær, at hann fer at spæla væl í desember, og eftir vetrarsteðgin hevur hann fingið møguleika at fyrireika seg væl til várið, og hann verður aftur heimsins besti spælari, sigur Daniele Tognaccini.