Ronaldo aftur til Manchester

Seinasta mánaðin hava bløð kring alt fótbóltseuropa meira ella minni staðfest, at Ronaldo komandi ár verður seldur úr Manchester United til Real Madrid, men nú verður ivi sáddur um hetta í enska the Sun. Blaðið skrivar, at Ronaldo nú hevur tosað við arbeiðsgevarar sínar í Manchester, og at boðini til hesar var, at Ronaldo er aftur í Manchester tann 10. juli. Áður hevur annars ljóðað, at skiftið til Real Madrid verður veruleiki longu 7. juli.