Ronaldo: - Eg eri heimsins besti fótbóltsspælari

(Kykmynd) Síggj og hoyr samrøðu við Cristiano Ronaldo gjørd undan filmsfrumframsýningini

Í kvøld var heimsfrumframsýningin av filminum um Cristiano Ronaldo. Høvuðsframleiðari er Anthony Wonke. Filmurin er eisini framleiddur av James Gay-Rees, Asif Kapadia og Paul Martin. Talan er um somu menn, sum gjørdu filmarnir um Ayrton Senna og Amy Winehouse. 

 

Frumframsýningin var í West End í London, sum er tað fína grannalagið í London. Millum tey, sum vóru boðin til heimsfrumsýningina var legendariski høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eina samrøðu, sum var gjørd við Cristiano Ronaldo fáar dagar undan heimsfrumframsýningini av filminum "Ronaldo the movie". Í samrøðuni dylur Cristiano Ronaldo ikki, at hann heldur, at hann er heimsins besti fótbóltsspælari, og betri enn Lionel Messi.