Atletico Madrid og Manchester City vunnu fyrru 1/8 finalurnar, sum vórðu spældar í kvøld. Atletico Madrid sendi Cristiano Ronaldo og Juventus heim við einum 2-0 tapi, meðan Manchester City vendi 1-2 til 3-2 við tíggju monnum.
Cristiano Ronaldo var aftur í Madrid, har hann síðani 2009 hevur skotið mál í hópatali fyri Real Madrid. Í Juventus-troyggjuni gekk ikki eins væl móti Atletico Madrid, sum vann 2-0. Bæði málini komu í seinastu 20 minuttunum í dystinum eftir deyðbóltar.
Í Týsklandi kom Manchester City á odda eftir ætlan, men við tveimum brotsspørkum megnaðu vertirnir úr Schalke at leggja seg á odda 2-1. Í seinna hálvleiki fekk Manchester City eisini miðverjan, Nicolas Otamendi, útvístan.
Hóast ein mann í undirtal, so vendi City dystin. Fyrst langaði Leroy Sané bóltin í kassan hjá fyrrverandi liðfeløgunum upp á beinleiðis fríspark, áðrenn Raheem Sterling skoraði til 3-2. Nú er City aftur stórfavorittur at koma víðari.
Champions League 1/8:
Atletico Madrid – Juventus 2-0 (0-0)
1-0 Jose Gimenez, 78
2-0 Diego Godin, 83
Schalke 04 – Manchester City 2-3 (2-1)
1-0 Sergio Aguero, 18
1-1 Nabil Bentaleb, 38
2-1 Nabil Bentaleb, 45
2-2 Leroy Sane, 85
2-3 Raheem Sterling, 90