Ronaldo fekk hjartaskurðviðgerð

Cristiano Ronaldo mátti fara gjøgnum eina hjartaskurðviðgerð fyri at bjarga fótbóltsyrkisleiðini. Læknar staðfestu, at Ronaldo hevði ein óregluligan hjartasláttur, tá hann var 15 ára gamal. Leingi óttaðust fólk, at tað unga supertalentið mátti gevast at spæla fótbólt, orsaka av óregluliga hjartasláttinum. Men ein lasara-skurðviðgerð á sjúkrahúsinum fekk beint trupuleikan av vegnum. Hetta hevur mamma Ronaldo, Doleres fortalt enska blaðnum, The Sun.