Ronaldo hevur nú skotið fleiri mál í opnum spæli enn Messi

Cristiano Ronaldo hevur nú skotið eitt mál meira enn Lionel Messi í opnum spæli, tá um kappingardystir ræður

Enn eru teir í gongd, stóru legendurnar, Cristiano Ronaldo og Lionel Messi.

 

Tá Cristiano Ronaldo legði Al Nassr á odda 1-0 í dystinum móti Al Fateh í bestu saudisku fótbóltsdeildini var tað ein stór løta hjá honum.

 

Málið merkir, at nú hevur Ronaldo skotið fleiri mál enn Messi í opnum spæli. Ronaldo hevur nú skotið 714 mál í opnum spæli, meðan Messi hevur skotið 713.

 

Tá brotsspørk vera tald við er Ronaldo eitt fitt pettið frammanfyri Messi. Ronaldo hevur við brotsspørkum skotið 875 mál í 1.206 kappingardystum. 

 

Ronaldo hevur skotið 747 mál fyri felagsliðini hann hevur umboðað, og 128 mál fyri Portugal.

 

Messi hevur skotið 821 mál í 1.047 kappingardystum.

 

Messi hevur skotið 715 mál fyri felagsliðini hann hevur umboðað, og 106 mál fyri Argentina.