Ronaldo ikki fegin í Madrid

Spanskt radio: Ronaldo vil burtur!

 

Christiano Ronaldo skoraði tvey mál í sigrinum á Granada, men hann feiraði ikki málini. – Eg eri ikki glaður, og felagið veit hví, segði Ronaldo eftir dystin.

 

Er Ronaldo á veg burtur úr Real Madrid? Ella vil hann bara hava lønarhækking?

 

Tað, sum sá út sum eitt fullkomið hjúnarband millum Real Madrid og Ronaldo, sær knappliga út til at stýra beint móti einum hjúnarskilnað.

 

Spekulatiónirnar flúgva í sponskum og altjóða miðlum, tí Christiano Ronaldo beint eftir sigurin á Granada í gjár segði, at hann ikki er ein fegin maður í Real Madrid.

 

Ronaldo skoraði tey bæði fyrstu málini í 3-0 sigrinum, áðrenn hann lat seg skifta út eftir einum tíma við einum lítlum skaða. Men hann feriaði ikki málini, og eftir dystin greiddi hann frá hví.

 

Eg feiri ikki mál, tá lagið ikki er gott, og tað er tað ikki í dag. Eg eri keddur, og tað veit felagið av. Fólk í felagnum vita hví, segði Ronaldo sambært tíðindastovuni AP.

 

Sambært sponskum miðlum hevur Ronaldo havt ein fund við Fiorentino Perez, formann í Real Madrid, men Marca skrivar, at hann ikki nevndi, hví hann ikki er fegin.

 

Spanska radiostøðin, Cadena SER sigur, at Ronaldo herfyri segði við Perez, at hann vil sleppa burtur úr felagnum, men eftir sum flytingargluggin just er latin aftur, kann talan vera um samráðingarteknikk.

 

Ronaldo skal ikki kenna seg virðismettan í felagnum.

 

Hann fer nú í eina tíð burtur frá felagnum, tí hann skal við Portugal til landsdyst.