Fyrrapartin í dag var lutakast um hvør skuldi spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni í Champions League. Manchester City skal møta Real Madrid, meðan Bayern Munchen og Atletico Madrid møtast í hinari hálvfinaluni.
Í Champions League 2012 møttust Real Madrid og Manchester city tvær ferðir í bólkaspælinum, tá vann Real Madrid tann eina 3-2 og hin endaði við 1-1 javnleiki.
Atletico Madrid og Bayern Munchen møttust í finaluni í Champions League í 1974, tá endaði fyrsti dysturin við javnleiki, og vildi tað siga at liðini skuldu spæla ein nýggjan dyst. Tá vunnu Bayern Muchen 4-0, og harvið eisini Champions League steypið.
Champions League hálvfinalur.
Atletico Madrid – Bayern Munchen
Manchester City – Real Madrid