Hóast hann hevur verið skaddur í fleiri vikur,so er navnið hjá Cristiano Ronaldo í hópinum, sum Carlos Queiroz hevur tikið út til play off-dystirnar hjá Portugal móti Bosnia/Herzegovina. Ronaldo hevur annars júst verið hjá hollendskum serfrøðingi, sum sigur, at enn er eingin framgongd at hóma í skadda fótliðinum, men Qeiroz sigur, at Ronaldo er somikið týðandi hjá teimum, at hann hevur hann við í hópinum í vónini um, at hann er til reiðar at spæla.