Ronaldo vil verða heimsins besti

Portugisiski spælarin Cristiano Ronaldo ætlar sær at gerast heimsins besti fótbóltsspælari. Hann viðurkennir, at hann framvegis hevur nakað eftir at læra og avrika, áðrenn hann kann kalla seg heimsins besta spælara, men hann hevur sett sær hetta mál.
- Síðani eg var ein smádrongur, havi eg miðja eftir at gerast heimsins besti vongspælari, men nú eri eg til reiðar at taka eitt stig longur. Eg vil verða heimsins besti spælari og vinna Gylta bóltin, sigur Ronaldo, sum spælir fyri Manchester United, við News of the World.