Real Madrid vann í kvøld heili 4-0 á Bayern Munchen í seinnu hálvfinaluni í Champions League. Cristiano Ronaldo setti í Champions League, tá hann í seinna hálvleiki skoraði til 3-0.
Les eisini: Tað ber ikki til at endurvinna Champions League
Tað var mál nummar 15 hjá portugisanum í hesi Champions League kappingini. Tað er met fyri eitt kappingarár. Gamla metið hevði Lionel Messi frá kappingarárinum 2011/2012.
Cristiano Ronaldo skoraði eisini sítt mál nummar 16, tá hann stutt fyri tíð sendi eitt fríspark undir manngarðin hjá Bayern Munchen. Umframt tað, so hevur hann eisini møguleikan at leggja afturat metinum, tá Real Madrid skal spæla Champions League finaluna móti Chelsea ella Atletico Madrid.