Cristiano Ronaldo og liðfelagarnir heiðraðu minnið um Diogo Jota við at halda landsliðstroyggju hansara við nummar 21 upp eftir 2-1-sigurin á Kroatia. Mynd: Jeenah Moon/Reuters.

Ronaldo: Sigurin var til minnis um Jota

Eitt ár er nú um at vera liðið, síðani portugisiski landsliðsspælarin Diogo Jota doyði í einari ferðsluvanlukku í Spania saman við beiggja sínum.

Cristiano Ronaldo og liðfelagarnir heiðraðu minnið um Diogo Jota við at halda landsliðstroyggju hansara við nummar 21 upp eftir 2-1-sigurin á Kroatia. Mynd: Jeenah Moon/Reuters.

Eftir 2-1-sigurin á Kroatia hóskvøldið hildu portugisiski spælararnir eina landsliðstroyggju við nummar 21 upp. Tað var nummarið, sum Jota spældi við.

 

– Hetta er ein serligur dagur fyri okkara Jota. Hann situr har uppi og lýsir niður á okkum. Vit kenna øll, at hann er saman við okkum, og tí var tað serliga týdningarmikið at vinna fyri at heiðra hann, segði Cristiano Ronaldo sambært dpa.

 

Vanlukkan hendi 3. juli í fjør nærindis býnum Zamora, tá Lamborghini-bilurin, sum Jota og beiggin André Silva koyrdu í, fór av vegnum undir einari yvirháling. Báðir doyðu á staðnum.

 

Jota varð 28 ára gamal. Hann spældi 49 landsdystir fyri Portugal og var spælari hjá Liverpool F.C., har hann vann bæði Premier League og FA Cup.

 

Portugal skal mánakvøldið spæla móti evropameistarunum úr Spania.

 

Cristiano Ronaldo og liðfelagarnir heiðraðu minnið um Diogo Jota við at halda landsliðstroyggju hansara við nummar 21 upp eftir 2-1-sigurin á Kroatia. Mynd: Jeenah Moon/Reuters.