Ronni flytur norður í Sundalagið

EB/Streymur hevur í dag skrivað sáttmála við royndan framrættaðan miðvallara

Nú er tað greitt, at Ronni Møller-Iversen næsta kappingarár fer at spæla við EB/Streymi.

Tað skrivar EB/Streymur á heimasíðu síni.

Hann kom til Føroya og KÍ í 2018, og tvey tey seinastu árini hevur hann spælt fótbólt á Skála.

Sambært faroesoccer.com hevur Ronni Møller-Iversen spælt 69 dystir og skorað 12 mál í bestu deildini. Ronni Møller-Iversen er framrættaður miðvallari, sum hevur tikið sær av nógvum hornaspørkum og fríspørkum.

Í viðmerking við heimasíðuna hjá EB/Streymi sigur Ronni Møller-Iversen, at hann hevur góða kenslu um umstøðurnar í felagnum, leiðsluni og kringumstøðunum, og at hann gleðir seg til at verða partur av hópinum, ið sær út til at verða væl fyri.

EB/Streymur endaði síðsta kappingarár á sjeynda plássi. Jákup Martin Joensen heldur fram sum venjari hjá liðnum, ið stóð seg væl betri, enn tað undan kappingarbyrjan varð roknað við, at tað fór at gera.