Róptu hurrá fyri nýggju lundini við Streymin

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, og stigtakari, setti fyrsta træið niður


Nú eru tey fyrstu trøini sett niður i nýggju náttúrulundini við Streymin

Tað hendi leygardagin, har 120 fólkunum vóru við til at hátíðarhalda, at fyrstu trøini í Náttúrulundini við Streymin, nú eru gróðursett, og arbeiðið so smátt kann byrja.

 

Leygardagin vórðu tey fyrstu fimm trøðini av tilsamans 70.000 sett niður í Náttúrulundina við Streymin, og hetta var stór hending, ikki minst fyri limirnar í áhugafelagnum, sum hevur ábyrgd av og stjórnar lundini, siga tey í tíðindaskrivi í dag

 

Gróðursetingin var skipað sum eitt hátíðarhald norðan fyri brúnna við Streymin, streymoyarmegin. Har veitraði Merkið, og har høvdu fyrireikararnir saman við Sunda kommunu skipað fyri.

 

Stigtakarin til náttúrulundina, og formaður í áhugafelagnum, Edmund Joensen, fólkatingsmaður, gróðursetti fyrsta træið. Og saman við formanninum í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, Thordis Dahl Hansen, gróðursetti fólkatingsmaðurin eisini annað træið.

 

Veðrið var hampiligt, men eitt grovt heglingsæl fór framvið, júst sum fyrstu trøini fóru í moldina. Tað forðaði tó ikki mannfjøldini í at rópa eitt trýfalt hurrá fyri lund og trøum.

 

Fólkatingsmaðurin fekk eisini heiðurin av seta grevið á gravkúnni í moldina og at byrja grevsturin av teirri fyrstu veitini til at drena økið.

 

Í stuttari røðu vísti Edmund Joensen til eitt sitat, ið ljóðaði nakað soleiðis: ”Trø eru sum menniskju. Teimum dámar væl selskap.

 

- Soleiðis verður eisini við hesum trøunum, sum vit gróðurseta nú. Okkara lyfti er, at tey skulu ikki standa einsamøll í Náttúrulundini við Streymin, segði Edmund Joensen, sum eisini gav áhoyrarum sítt boð uppá, hví tað er neyðugt við einari náttúrulund.

 

- Okkara land skal vera upplivingarríkt og helst eisini eitt sindur stuttligt at liva í.  Okkara fólk, familjurnar og børnini, tú og eg, skulu trívast her í Føroyum. Trivnaður hevur alt at týða. Hann skapar vøkstur á so mangan hátt. Og trivnaður dregur fólk til sín.

 

Thordis Dahl Hansen, trivnaðarnevndarformaður, heitti í sínari røðu á øll um at vera góð við náttúrulundina, og hon segði eisini, at kommunan er glað fyri og spent uppá verkætlanina.

 

Tey fimm gróðursettu trøini eru øll ymisk og stava ymsastaðni frá í heiminum. Felags fyri tey øll er, at tey trívast væl í føroyska veðurlagnum. Tróndur Leivsson, landsskógarvørur og nevndarlimur í áhugafelagnum, hevur valt trøini.

 

Danski vælgerandi grunnurin, Aage V. Jensen Charity Foundation, hevur játtað tilsamans 10 mió. kr. til verkætlanina.