Far av landinum innan 10. apríl. Annars kanst tú fáa hálvt árs fongsul.
Hørðu boðini til filipinsku mammuna at einum nýføðingi og einum seks ára gomlum dreingi, sum eru í Føroyum, standa við.
Tað gongur striltið at fáa viðmerkingar frá myndugleikunum um málið við Rosalie, sum er víst av landinum, tí hon ikki hevur uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum.
Rosalie Thomsen er gift Heina Thomsen, sum er føddur í Føroyum. Hon hevur filipinskt pass, men hevur varandi uppihaldsloyvi í Danmark, tí tey hava verið gift í átta ár. Tá tey fluttu til Føroya í september í fjør, varð henni upplýst, at hon kundi fara til Føroya uttan serligt visum. Men síðan er komið fram, at hon varð skeivt kunnað, tí danska útlendingastýrið, sum er myndugleiki á økinum, ikki helt, at hon ætlaði sær at flyta til Føroya við familjuni.
Ivi um 14 dagar
Í skjølunum, sum liggja við málinum, verður sagt, at Rosalie Thomsen persónliga var á skrivstovuni hjá útlendingastýrinum 6. september 2002, har hon vísti sítt pass og varandi uppihaldsloyvi í Danmark. Hon upplýsti, at hon og maðurin skuldu til Føroya. Sambært útlendingastýrinum í 14 dagar. Stýrið upplýsti í hesum sambandi, at hon kundi fara til Føroya uttan føroyskt innferðarloyvi. Tað var skeivt viðgongur útlendingastýrið.
»Det var imidlertid ikke styrelsen bekendt, at du havde til hensigt at bosætte dig og eventuelt arbejde på Færøerne. Styrelsen har således ikke vejledt dig om, at en opholds- og arbejdstilladelse ikke var fornøden«.
Í hesum stendur orð ímóti orði. Rosalie Thomsen og maður hennara Heini Thomsen siga tað eisini vera skeivt, at hon upplýsti, at hon bert skuldi til Føroya í 14 dagar.
Av tí, at føroyska løgreglan seinni kemur fram til, at hon onki uppihaldsloyvi hevur, verður hon víst av landinum stutt eftir, at hon hevur átt eina dóttir.
Fekk kjansin
Tað kann tykjast eitt sindur harðrent, at vísa Rosalie av landinum. Serliga tí hon hevur mann av føroyskari ætt, júst hevur átt eina dóttir, og tí at 6 ára gamli sonur teirra eisini er í Føroyum.
Hevði tað ikki verið gjørligt at givið teimum møguleika fyri uppihaldsloyvi, hóast tíðarfreistir, fastar mannagongdir og annað er brotið, ætlaði Sosialurin at spyrja.
Danska útlendingastýrið hevur enn ikki viljað gjørt viðmerkingar, tí talan er um eitt ítøkiligt mál, sum er fevnt av tagnarskylduni.
Í Føroyum hevur Linda Hesselberg, fulltrúi á Fútaskrivstovuni, havt málið um hendi, og hon vísir eisini til tagnarskylduna. Hon vísir í somu vending á, at politiið í Føroyum er at samanbera við »eitt víðkað postkontór«, ið bara hevur at fylgja teimum avgerðum, sum danska útlendingastýrið tekur.
? Vit hava viðgjørt málið eftir bókini. Eg kann bara siga, at tað varð gjørt Heina Thomsen (maður Rosalie Thomsen, blðm.) ógvuliga greitt, at kona hansara hevði ikki lógligt uppihald í Føroyum. Og so skjótt, vit vistu, at hon var her ólógliga, fekk hann tað púra greitt at vita, og eina freist, so tey kundu søkja um uppihaldsloyvi. Men tá ongin umsókn verður givin, noyðast vit sum almennur myndugleiki í útlendingamálum at gera, sum vit vera biðin og vísa tey av landinum, sigur Linda Hesselberg.
Sostatt er ongin vón. Familijan Thomsen noyðist úr føroyska mjørkanum aftur til asfaltið í Keypmannahavn, hóast tey ætlaðu, at børnini skuldu vaksa upp í Føroyum.