Rosenborg snávaði í evstu løtu

Fótbóltur: Einki norðurlendskt umboð verður í kvartfinalunum í Champions League

Tey átta liðini, sum skulu verða við í kvartfinalunum í Champions League vórðu funnin mikukvøldið.

Besta norðurlendska liðið í løtuni, norska Rosenborg, snávaði í síðstu løtu, tá Olympiakos tveir minuttir fyri leiklok gjørdi mál, sum forðaði fyri norðurlendskari luttøku í kvartfinalunum.

Ístaðin fyri Rosenborg slappa italska Juventus í kvartfinaluna, og tey átta feløgini eru annars: Manchester United, Real Madrid, Monaco, Leverkusen, Bayern München, Dortmund, Dynamo Kiev og Juventus.

Kvartfinalurnar verða spældar 4. og 18. mars, og lutakastið til hesar dystir verður 17. desember.