Verandi FM-vinnarar, Víkingur eru fyribils dragnaðir í FM-stríðnum aftaná 1-2 ósigurin ímóti B36 á útivølli í dag.
Høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Maurice A. Ross slær fast, at tað er eingin skomm hjá Víkingi at tapa ímóti einum sera vælleikandi B36-liði á útivølli.
Maurice A. Ross sigur, at hann ergrar seg meira um 1-2 tapið ímóti HB, og javnleikirnar ímóti Suðringum og EB/Streymi í landskappingini, har Víkingur var betra liðið allar dystirnar, men kortini ikki megnaði at vinna.
Um dystin í dag heldur Maurice A. Ross, at fyrri hálvleikur var væl frægari tá hansara menn møttu B36 langt uppi á vøllinum.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum í dystinum millum B36 og Víking, og viðmerkingarnar hjá André Olsen hoyrast HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrist HER