Rottan stríðist fyri lívinum

Tað má vera ógvuliga strævið at vera rotta í Føroyum í hesum døgum, nú kommunur fremja átøk við fólki og eituri.

Tað má vera ógvuliga strævið at vera rotta í Føroyum í hesum døgum, nú kommunur kring landið fremja átøk við fólki og eituri, har endamáið er at minka um ella týna rottuna.

 

Tí kunnu vit av røttum siga, at rottan stríðist fyri lívinum í løtuni. Flestu av teimum størru oyggjunum í Føroyum hava rottu, men enn eru nakrar oyggjar tíbetur slopnar undan.

 

Eisini í Viðareiðis kommunu verður rottan jagstrað. Kommunan hevur lagt út á sína heimasíðu nøkur ráð um, hvussu fólk skulu bera seg at, um tey varnast rottu.

 

Og hvat eiga fólk so at gera, um tey varnast rottu? Ráðini hjá Viðareiðis kommunu, sum nú liggja úti á heimasíðuni hjá kommununi, eru einføld, trý í tali -

 

* Boða kommununi frá á info(at)vidareidi.fo beinanvegin, hvar rotta er sædd.

* Gev loyvi til, at hús og øki kring um verður kannað fyri rottu og eitur lagt út.

* Hjálp teimum, sum gera arbeiðið við at týna rottu.

 

- Vit hava avtalu við mann, sum tekur sær av at leggja eitur, siga tey í Viðareiðis kommunu.