Royk, drekk og et keks

Allar ætlaninar hjá landsstýrinum um nýggj avgjøld fella burtur, nú nýval er útskrivað. Sigarettir, keks og sotavatn halda verandi prís - í hvussu so er fyribils.

Sigarettirnar dýrkað ikki 1. januar og sotavatn og keks halda prísin. Øll avgjøld, sum vóru ein partur av uppskotinum til fíggjarlóg fella burtur.
Ein fíggjarlóg við tveimum greinum í verður í dag borin í Løgtingið. Ikki ein upphædd verður nevnd í fíggjarlógaruppskotinum. Men løgtingið skal saman einaferð afturat áðrenn nývalið, fyri at samtykkja tær báðar greinirnar.
- Vanligi raksturin av samfelagnum skal halda fram. Tí verður verandi fíggjarlóg bara longd, sigur Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum.
Hann hevur sagt farvæl við Karsten Hansen, landsstýrismann, sum ruddaði sína skrivstovu longu mánamorgunin. Og nýggi stjórin hjá honum er Anfinn Kallsberg.
Landið kann ikki stýrast uttan eina fíggjarlóg, sum gevur landskassanum rætt at krevja skatt inn og at gjalda lønir. Men tá nýval verður útskrivað fella øll lógaruppskot burtur - eisini uppskotið til fíggjarlóg fyri 2004.

Skattalættin stendur við

Talan er um eina bráfeingis játtanarlóg, sum gevur landsstýrinum møguleikan av halda fram. Í fyrru geinini í uppskotinum til fíggjarlóg verður sagt, at landsstýrið skal hava heimild at uppkrevja beinleiðis og óbeinleiðis skattir og landsstýrið skal sleppa at rinda neyðugar útreiðslur, so landshúsarhaldið kann halda fram ótarnað.
Onnur greinin sigur bara, at lógin kemur í gildi 1. januar 2004.
Skattalætin, sum løgtingið samtykti fyrr á ár, stendur við og lønir til almenn starvsfólk vera goldnar eftir nýggju sáttmálunum.
Almennu stovnarnir vita tí ikki enn, um teir skulu spara næsta ár. Ikki fyrr enn eitt nýtt løgting samtykkir eina nýggja fíggjarlóg verður greitt, um lønarhækkingarnar skulu sparast inn aftur ella játtaninar verða hækkaðar við lønarvøkstrinum.

Rentustuðul og barnavernd

Øll onnur uppskot fella eisini burtur og skulu leggjast fyri av nýggjum. Umframt uppskotini at leggja avgjøld sigarettir, keks, sotavatn og beriposar, vóru fleiri onnur.
Ætlanin hjá landsstýrinum var at lækka rentustuðulin úr 40 prosentum niður í 37 prosent, men tað verður so ikki í hesum sambandi. Og ivasamt er um tað ber til at samtykkja eina slíka broytin í einumn nýggjum løgtingið, so broytingin kemur í gildi í 2004.
Sama er við ætlanunum at avtaka stuðulin til uppihaldspengar. Tað lógaruppskotið var heldur ikki ligugt viðgjørt, tá løgaður útskrivaði val.
Eitt annað stórt má var uppskotið um at umskipa barnaverndirnar. Uppskotið hevur verið á veg í fleiri ár, men endar nú aftur hjá næsta landsstýrismanninum í almannamálum.
Í alt eru 16 uppskot sum falla burtur. Harafturat eru fleiri fyrispurningar, sum ikki vera svaraðir.

Einki nýtt

Landsstýrið hevur næstu seks vikurnar bara til uppgávu at reka landshúsarhaldið, so tað kann halda fram ótarnað.
Eingi nýggj tiltøk mugu setast í verk av einum landsstýri, sum situr fyrbils.
- Landsstýrið kann ikki gera annað enn tað, sum er alneyðugt, til tess at fyrisitingin kann halda fram ótarnað, stendur í stýrisskipanarlógini.