Felagið er keypt frá Julius Johannesen, Kaj Johannesen og Jóhonnu Johannesen. Felagið skiftir navn og eitur nú Pure Water.
Julius Johannesen er farin frá sum stjóri og takkar øllum viðskiftafólki fyri gott samstarv og ynskir nýggju eigarunum góða eydnu framyvir. Eyðbjørn Poulsen er í hesum sambandi settur sum stjóri.
Á virkinum verður í dag gjørt nógv burtur úr laksinum og virkið kemur framyvir at arbeiða við verandi virksemi og harafturat eru ætlanir um at víðka virksemi, so at arbeitt verður við fleiri fiskavørum.
Í dag arbeiða 45 fólk á virkinum.