Royna aftur at bróta inn í netbankan

Teldusníkar royna aftur nú at sleppa inn í netbankan.

Hesu ferð er tað við eini við falskari skermmynd, har sníkarnir biðja um nummar og slag av fartelefon, sigur Felagið Føroyskir Peningastovnar beint nú.  

- Slíkar upplýsingar skulu ikki latast, og heitt verður á kundar um at boða peningastovnunum frá, um teir varnast, at teldusníkar royna at sleppa inn í netbankan á henda hátt, sigur felagið

 

Sæst skermmyndin "Installer mobil certifikat" í netbankanum, eiga brúkarar beinanvegin at útrita seg og seta seg í samband við peningastovnin.

 

- Teldusníkar biðja við hesi følsku skermmyndini brúkararnar upplýsa nummarið á fartelefonini, og hvat slag fartelefonin er.

 

Brúkarar eiga áhaldandi at tryggja sína egnu teldu. Peningastovnarnir hava javnan ávarað ímóti teldusníkum seinastu tíðina, og vegleiðing um, hvussu fólk varða seg fyri teldusníkum, sæst á heimasíðunum hjá øllum peningastovnunum.

 

Fyrsta álopið í søguni á føroyska netbankan var í mai í ár, og peningastovnarnir royna áhaldandi at tryggja sínar skipanir ímóti teldusníkum. Tað er kortini eisini neyðugt, at brúkararnir tryggja sínar teldur so væl sum gjørligt. Tí er boðskapurin um, at eingin keta er sterkari enn veikasta liðið, áhaldandi verdur at hava í huga, tá talan er um netbanka-innbrot og teldusníkar.