Royna at hava góðar 70 milliónir í avlopi

Tað er ikki vist, at tað eydnast at fáa fíggjarlógina fyri Løgtingið í dag, men í øllum førum fær Løgtingið úr at gera um jólini

Tað er mangt, sum bendir á, at avlopið á fíggjarlógini fyri næsta ár, verður góðar 70 milliónir krónur.
Tað sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini.
Fíggjarlógin fyri 2007 hevur verið til viðgerðar í fìggjarnevndini seinastu tíðina. Og nú er nevndin við at leggja síðstu hond á álitið.
Men nær álitið verður lagt fyri Løgtingið, dugir formaðurin ikki at siga.
Samgongan í fíggarnevndini hevur gjørt eitt upplegg og tað er nú til viðgerðar í andstøðan í nevndini.
Tí ber ikki til at siga, akkurát nær tað eydnast at fáa álitið fyri Løgtingið. Í fyrsta lagi verður tað heilt seint í dag, ella kanska í morgin.
Av tí sama fær Anfinn Kallsberg ikki sagt so nógv um tær broytingar, sum eru gjørdar.
Tey hava roynt at samansjóða sjónarmiðini hjá samgongu og andstøðu og tað hevur eydnast onkustaðni og miseydnast aðrastaðni.
Men síðani eru fleiri broytingar komnar úr landsstýrinum, sum hava gjørt uppaftur fleiri broytingar neyðugar og tað er hetta, sum nú er til viðgerðar.
Men Anfinn Kallsberg sigur, at verður úrslitið sum tað nú liggur í kortunum, verður avlopið áleið tað sama sum tað, ið landsstýrið ætlaði, ella góðar 70 milliónir.
Men síðani málið varð lagt fram, er landsstýrið komið við ynskjum um fleiri útreiðslur fyri 57. Men samstundis vísa inntøkumetingarnar, at at tær verða hægri enn enn mett varð upprunaliga. Samlaða úrslitið er, at vórðu ynskini frá landsstýrinum tikin til eftirtektar, hævdu útreiðslurnar hækka 27 milliónir netto.
Eitt nú verður mett, at rentustuðilin til sethúsalán verður 13 milliónir hægri, umframt  ætlanin var at seta 10 milliónir av til seismiskar kanningar norðanfyri Føroyar.
Anfinn Kallsberg sigur, at hevur samgongan í fíggjarnevndini hevur skarvað einar 25 milliónir av teimum útreiðslunum, so at tilsamans verður avlopið áleið tað sama sum tað, ið landsstýrið skeyt upp.
Anfinn Kallsberg vil ikki siga nágreiniliga, hvar teir hava skarvað av. Men tað er víða um á fíggjarlógini, sigur hann.
So er spurningurin, hvat endaliga úrslitið verður tá ið andstøðan hevur sett síni fingramerki á og viðgerðin í Løgtinginum er endaliga liðug.
 
Ùr at gera
Men tað má eisini sigast at vera í síðstu løtu, at Fíggjarnevndin ger seg lidnan.
Tá ið álitið er lagt fram, skal tað ligga í tveir dagar, áðrenn tað kann verða tikið til viðgerðar. Hartil skulu tvær viðgerðir verða við tíðarfreist ímillum og ímillum báðar viðgerðirnar skulu tinglimir hava høvi at koma við broytingaruppskotum. Og viðhvørt plaga nógv broytingaruppskot at vera men.
Sjálvandi hevur Løgtingið høvið at víkja frá tíðarfreistunum.
Men tað er ikki rætt at gera, tí talan er um stórmál, sum helst skulu hava eina grundiga viðgerð.  
Tí bendir alt á, at Løgtingið verður til arbeiðis ímillum jól og nýggjár.