Royndarfiskiskapur eftir makreli í Irmingarhavinum

- Áheitan á løgmann

 
Henrik Old, løgtingsmaður
---

Í síðstu viku boðaðu trolarar í Irmingarhavinum frá, at teir sóu væl av makreli. Tí var hugsandi, at føroyingar beinanvegin skipaðu fyri, at okkurt føroyskt skip skjótast møguligt gjørdi ein royndartúr eftir makreli í Irmingarhavinum.
Nú er ein vika gingin, síðan hesi stórtíðindi, men framvegis røkist onki fyri, at nøkur roynd verður gjørd. Fleiri av trolarunum, sum fiska kongafisk í Irmingarhavinum eru givnir at fiska, men enn er eitt føroyskt skip til fiskiskap har.
Tí er upplagt, at hetta skip verður annað skipið í eini roynd eftir makreli har.
Sum undirritaði skilir, so eru grønlendingar sera áhugaðir í hesum fiskiskapi, og ætlar eitt grønlanskt skip at gera eina roynd.
Koma vit eftir grønlendingar, so hava vit drála frá okkum ein framúr møguleika, ikki minst nú ágangurin ímóti okkara makrelfiskiskapi í føroyskum sjógvi harðnar.
Sum skilst kemur fiskimálaráðið ikki víðari í hesum máli. Tí vil undirritaði inniliga heita á løgmann um í dag at geva einum skipi royndarloyvi til fiskiskap eftir makreli í Irmingarhavinum. Tað er umráðandi, at ikki aftur komandi vikuskifti fer afturum uttan, at nakað hendir, og at vit koma dallandi eftir grønlendingar í hesum fantastiska møguleika. Sum skilst er okkurt skip sinnað at gera royndina uttan nakran kostnaða fyri landið.