Royndin Fríða átti besta spurtin

5-mannafør dreingir: Nú er púra javnt í FM kappingini millum Heyk og Royndina Fríðu

Tað var spenningur og dramatikkur, tá ið tað loksins varð farið undir aftur kappróðurin í Sørvági, har tað nú er klárt og framvegis gott í sjónum.

Heykur og Royndin Fríða, sum undan hesum róðrinum vóru fremst í FM kappingini, løgdu seg beinanvegin framum Drekan og Karina, sum vann á fjarðastevnu.

Heykur var fremst stóran part av teininum, men vágsdreingir umborð á Royndini Fríðu áttu besta endaspurtin og vann.

Harvið er tað púra javnt í FM kappingini millum tveir teir fremstu. Báðir bátarnir hava 35 stig, og tann av teimum, ið verður fremri á ólavsøku, fer at vinna FM.

 

1 Royndin Fríða 4:59.28

2 Heykur 5:00.28

3 Karin 5:03.42

4 Drekin

5 Ørnin

6 Tjaldrið

7 Jallurin

8 Teistin

9 Sílið

 

FM

1 Heykur 35

1 Royndin Fríða 35

3 Drekin 27

3 Karin 27