Øssur Hansen, liðskipari hjá B68 var keddur av, at teir ikki megnaðu at vinna dystin við Margáir, men hann vísti tó á, at EB/Streymur var betra liðið, hóast B68 eisini hevði sínar møguleikar.
- Hevði Keita skorað upp á stóra møguleikan, tá støðan var 1-0, so veit ongin, hvussu dysturin hevði verið, men EB/Streymur hevði stýr á dystinum. Í seinna hálvleiki satsaðu vit eisini frameftir, men tað gekk bara ikki, sigur liðskiparin, sum í seinna hálvleiki varð fluttur niðan á veingin av bakkinum.
Um málini sjálvi fegnast hann, at tvey ikki komu úr opnum spæli, men harmast, at B68 ikki megnaði halda stýr á hornaspørkunum.
- Teir fingu tvey mál upp á deyðbóltar, og tað er ikki so gott, staðfestir Øssur Hansen.
Hóast B68 bara hevur trý stig eftir trý umfør, so eru teir ikki falnir í fátt úti á Toftum.
- Vit hava haft tveir øgiliga torførar dystir ímóti HB og EB/Streymi, og eg rokni við, at stigini fara at koma, metir hann.