Helena Dam á Neystabø hevur gott mót uppá framtíðina sum landsstýriskvinna og fyrsti politiski formaður Sjálvstýrisfloksins hóast nógva mótburðin seinastu tíðina.
? Tað er greitt, at tá tú ert landsstýriskvinna, er ofta neyðugt at taka illa dámdar avgerðir, sum skapa nógv kjak. Men tað, at úrslit spyrjast burtur úr, vigar upp ímóti persónliga kostnaðinum, sigur Helena Dam á Neystabø.
Helena Dam á Neystabø sigur, at tað var persónliga hart, tá hon sum landsstýriskvinna tók støðu til at loysa stríðið, sum var í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. Men at friður nú valdar á Landssjúkrahúsinum, metir hon sum ein sigur.
? Tað kann vera, at eg í onkrari veikari løtu havi hugsað, at nú er nóg mikið, men tá eg síðani síggi, at arbeiðið gevur úrslit, fái eg aftur mót at rista ódnarveðrið burtur av mær og halda fram, sigur nýkosni formaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum.
Helena Dam á Neystabø vísir á, at tað er soleiðis við politikki, at tað vanliga ikki hoyrist so nógv frá teirri breiðu fjøldini, sum er nøgd við førda politikkin. Men hon heldur seg vita, at tey eru rættiliga nógv, sum eru nøgd við tey avrik, hon hevur staðið fyri. Og júst hetta hevur vigað nógv, tá hon hevur verið mitt í onkrum av hørðu politisku ódnarveðrunum.
Seinastu tíðina hevur tað kortini verið soleiðis, at ódnarveðrini móti Helenu Dam á Neystabø valla eru hasað av, fyrr enn nýggj ? ella enntá tey somu ? taka seg upp aftur.
Hetta er eisini nakað, sum krevur nógv av sálarligu orkuni hjá Helenu Dam á Neystabø.
? Mongu ákoyringarnar krevja stóra sálarliga orku. Men hetta er nakað, sum tú kanst hála upp úr tær sjálvum, tá tú sær, at tað sum tú gert, tænir einum endamáli.
? Eg eri í politikki fyri at fáa úrslit. So leingi eg haldi, at tað eydnast, ætli eg mær at halda fram. Men eg havi eitt sera ríkt lív, sum eg altíð kann falla aftur á, sigur Helena Dam á Neystabø.
Týsdagurin 13. februar er ein dagur, sum kann gerast enn eitt hart politiskt ódnarveður. Tá tekur Føroya Rættur upp til dóms málið, har Jákup Mørkøre, fyrrverandi sjúkrahúsleiðari, hevur stevnt Helenu Dam á Neystabø fyri ærumeiðing.
Rumbul eftir formansvalið
Leygardagin 13. januar valdi Sjálvstýrisflokkurin Helenu Dam á Neystabø til fyrsta politiska formann floksins eftir nýggja bygnaðinum, sum flokkurin samtykti í fjør.
Men sigurin var ikki serliga stórur. Av 122 atkvøðum fekk Helena Dam á Neystabø 62. Sámal Petur í Grund fekk 60. Men Helena Dam á Neystabø var kortini væl nøgd við úrslitið, og tað er hon framvegis. Orsøkin til, at tað var so tætt, heldur hon vera, at limirnir í Sjálvstýrisflokkinum høvdu tvey góð valevni at velja ímillum. Bæði Sámal Petur í Grund og Helena Dam á Neystabø høvdu frammanundan valinum roknað við at vunnið.
Eftir valið í Sjálvstýrisflokkin herjaði enn eitt politiskt ódnarveður Helenu Dam á Neystabø. Hon var ikki meira enn vorðin formaður, tá Jógvan Mørkøre úr Hósvík, sum er nýggjur í Sjálvstýrisflokkinum, trein fram í Útvarpinum og segði, at tað var hansara atkvøða, ið bjargaði Helenu Dam á Neystabø formanssessin í Sjálvstýrisflokkinum. Hann segði seg hava valt Helenu Dam á Neystabø afturfyri, at hon frammanundan hevði lovað honum at seta ein kommunulækan afturat á Eiði.
Hetta skapti illgruna um, at Helena Dam á Neystabø hevði misnýtt sítt embæti sum landsstýriskvinna fyri at røkka formanssessinum í Sjálvstýrisflokkinum. Løgmaður var eisini kløkkur av útmeldingini hjá Jógvan Mørkøre og fór beinanvegin at kanna, um Helena Dam á Neystabø hevði borið seg skeivt at. Men til alla lukku fyri Helenu sýndu skjøl í Almanna- og Heilsustýrinum, at hon hevði tikið avgerðina langt undan formansvali Sjálvstýrisfloksins.
Enn eitt politiskt illveður var nú hasað av fyri Helenu Dam á Neystabø.
Sjónligari Sjálvstýriflokkur
Helena Dam á Neystabø lovar, at tað skal merkjast, at hon er vorðin formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
? Eg fari at leggja stóra áherslu á at føra politikkin miðvísari fram bæði í skrift og talu. Mótvegis fólkinum skulu vit vera eitt heilt greitt alternativ til aðrar flokkar á løgtingi. Vit skulu vera ein greiður miðflokkur, staðfestir formaður Sjálvstýrisfloksins.
Seinasta valskeiðið hevur verið merkt av stórari polarisering, orsakað av fullveldismálinum. Hetta er prógvað í fleiri veljarakanningum, sum hava sýnt, at tað eru Tjóðveldisflokkurin á ørðum veinginum og Sambandsflokkurin á hinum veinginum í fullveldisspurninginum, sum fáa undirtøku í veljaraskaranum.
Miðflokkarnir ganga aftur í veljarakanningunum. Hjá Sjálvstýrisflokkinum eru úrslitini alt annað enn góð, hóast flokkurin er í samgongu. Í seinastu veljarakanningini lá Sjálvstýrisflokkurin beint oman fyri markið til at fáa umboðan á tingi.
Men hetta darvar kortini ikki Helenu Dam á Neystabø stórvegis. Hon er sannførd um, at tað fer at eydast at prógva fyri veljarunum, at Sjálvstýrisflokkurin er rætta loysnin.
? Sjálvstýrisflokkurin er ein realistiskur flokkur. Tað kemur ferð eftir ferð til sjóndar, at tað eru tær realistisku loysnirnar hjá Sjálvstýrisflokkinum, sum eru tær røttu. Hetta síggja vit til dømis í fullveldismálinum. Landsstýrið fer nú at biðja fólkið taka støðu til ta realistisku loysnina, sum Sjálvstýrisflokkurin legði upp til longu undan valinum í 1998, sigur Helena Dam á Neystabø.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum vísir á, at uppgávan hjá einum miðflokki er at raka á tann politikkin, sum er realistiskur, kann førast fram í verki og byggir á eitt vælferðarsamfelag, har tað eru tær sterku herðarnar, sum lyfta fyri tær veiku herðarnar. Kortini skal sosialpolitikkurin í einum og hvørjum føri byggja á persónliga ábyrgd.
Helena Dam á Neystabø ásannar kortini, at tað í seinastuni ikki hevur eydnast nóg væl at sannføra veljaran um, at politikkur Sjálvstýrisfloksins er tann rætti. Men hetta ætlar hon at gera nakað við.
? Uppgávan hjá mær og floksleiðsluni er nú at fara undir at selja flokkin betur. Tí Sjálvstýrisflokkurin hevur veruliga havt stóra ávirkan hetta valskeiðið, vísir Helena Dam á Neystabø á.
Eiga sjálvstýrisleistin
Helena Dam á Neystabø ásannar, at Sjálvstýrisflokkurin gjørdi eitt kompromis fyri at vera við í verandi samgongu. Fullveldisætlanin var heldur ógvuslig fyri summar sjálvstýrisveljarar. Men kortini metti Sjálvstýrisflokkurin tað vera rætt at fara upp í samgonguna fyri at fáa nakað at henda á sjálvstýrisleið. Tí valdi Helena Dam á Neystabø eisini at ganga á odda í fullveldisætlanini saman við Høgna Hoydal og Anfinni Kallsberg, hóast fullveldisætlanin ikki sampakkaði heilt við hóvliga politikki Sjálvstýrisfloksins.
Helena Dam á Neystabø heldur, at hon gjørdi rætt. Hon heldur nevniliga, at hinir báðir samgonguflokkarnir hava førkað seg so mikið, at politikkurin á ríkisrættarliga økinum í dag er at líkna við tað, sum Sjálvstýrisflokkurin fór til val upp á í 1998.
? Til valið í 1998 søgdu vit, at nú skuldi heimastýrislógin tømast. Nú skuldu vit gera okkum fíggjarliga óheft av donsku stjórnini, og vit skuldu fáa eina fólkaatkvøðu um ríkisrættarligu støðuna.
Helena Dam á Neystabø hevur í hesum sambandi hug at vísa á, hvat hinir báðir samgonguflokkarnir søgdu til valið í 1998.
? Tann smarti Fólkaflokkurin segði, at nú skuldu vit bara fara og kapitalisera blokkin. Hetta skuldi geva okkum nógvar pengar, so vit fingu ráð at gera sum vit ynskja.
? Tjóðveldisflokkurin førdi tá fram sína loysingarætlan, eins og hann hevur gjørt undan og eftir tað, sigur Helena Dam á Neystabø.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum staðfestir, at núverandi sjálvstýrisleistur er ein realistisk og hóvlig loysn, sum tekur eitt ávíst áramál, men, sum heilt nágreiniliga er staðfest í einari tíðarfestari ætlan. Tá ávísa tíðarskeiðið er runnið, skal fólkið á fólkaatkvøðu taka støðu til, um vit skulu hava fullveldi.
Hetta heldur Helena Dam á Neystabø vera púra samlíkt sjálvstýrispolitikkinum hjá Sjálvstýrisflokkinum, hóast talan verður um tvær fólkaatkvøður.
? Vit søgdu ikki í 1998, at vit skuldu hava tvær fólkaatkvøður, men vit søgdu, at ríkisrættarliga støðan skuldi leggjast út til fólkaatkvøðu. Undan løgtingsvalinum søgdu vit, at vit skuldu hava eina fólkaatkvøðu í 2002, men í staðin hava vit fingið eina fólkaatkvøðu, har spurt verður, um hetta er leisturin, sum fólkið ynskir. Edaliga fólkaatkvøðan um fullveldi kemur síðani seinni, sigur Helena Dam á Neystabø.
Stórt ábyrgdarøki
Helena Dam á Neystabø umsitur sum landsstýriskvinna í Almanna- og Heilsumálum meira enn helmingin av játtanini á fíggjarlógini, samstundis sum umboðar minsta flokkin í samgonguni í landsstýrinum. Hetta kennir hon sum eitt sórt álit og eina stóra ábyrgd.
Men Helena er nøgd við síni avrik sum landsstýriskvinna. Hon vísir á, at hetta helst hevur samband við, at ein miðflokkur, sum Sjálvstýrisflokkurin er vanur við at arbeiða semjusøkjandi. Ein slíkur flokkur er eftir hennara fatan vanur at fáa síni mál ígjøgnum við einu miðvísum politikki.
? Eg haldi, at tað ber til at siga, at hetta er eydnast í nógvum førum hjá mær. Sjálv haldi eg, at tað var eitt stórt avrik at fáa frið á Landssjúkrahúsinum, og hetta er nakað, sum eg eri ógvuliga fegin um, sigur Helena Dam á Neystabø.
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum vísir á, at Landssjúkrahúsið er størsta arbeiðsplássið í Føroyum og talan er um ein stovn, har fólk koma, sum tørva hjálp. Tí heldur hon tað vera ógvuliga umráðandi, at har valdar friður.
? Tað hevur kostað nógv ígjøgnum at skorið ígjøgnum fyri at fáa frið á Landssjúkrahúsinum. Men taka vit til dømis dagpeningarlógina og pensjónsmálið, so er Sjálvstýrisflokkurin vanur við at arbeiða politiskt eftir semjum og úrslitum. Hóast vit ikki hava fleiri enn tvær atkvøður í tinginum, haldi eg, at vit hava stórt vald og hava avrikað nógv, sigur Helena Dam á Neystabø.
? Vit hava rættuliga stóra ávirkan á, at nakað hendir. Hetta er avgerandi í føroyskum politikki. Vit skulu ikki læsa okkum í dagfestingar og smálutir, eins og aðrir flokkar gera, til dømis í fullveldismálinum, sigur formaður Sjálvstýrisfloksins.
Helena Dam á Neystabø lovar, at Sjálvstýrisflokkurin hereftir skal vera ein sjónligur flokkur, sum hevur ávirkan.