Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at tey hava hitt Rubeksen og at hann helst verður við í einum venjingardysti næsta vikuskifti, tá Kongsvinger og HamKam spæla.
Tað sigur venjarin hjá Kongsvinger við heimasíðuna kil.no, sum eisini skrivar, at tey leita eftir einum verjuleikara. Heimasíðan hjá Kongsvinger sigur hinvegin einki um, at Thomas Hans Rubeksen eisini venur við felagnum.
Í Volda gjørdust tey ikki blíð, tá tey frættu tíðindini um, at Hendrik Rubeksen, sum skuldi spæla við Volda, men ikki hevur víst seg í felagnum í nýggja árinum, nú roynir seg aðrastaðni.
Um so verður, at Hendrik Rubeksen fær sáttmála, verður hann ikki fyrsti føroyingurin í felagnum. Julian Johnsson spældi nevniliga við Kongsvinger frá 1998 til 1999, tá felagið spældi í bestu deildini.